Vørueftirlit

Vørueftirlit

06. November 2016

Upp-og avskipingar

Avskipanareftirlit (AB17 / ISO17020)

VRG loysir eftirlitsuppgávur í samband við upp- og avskipingar, og veitir aðrar tænastur sum eru í tráð við AB17 / ISO17020 standardin.  Hesar uppgávur átaka vit okkum alt døgnið, og verða gjørdar á einum óheftnum grundarlagi.

 
 
 
Útgivið í Eftirlitstænastur

 VRG fremur eftirlit av góðskuni á vørum. Meginparturin av okkara kundum innan hetta økið, eru føroyskir og útlendskir kundar í altjóða samhandli. Dømir um góðskueftirlit eru:

  • Visuelt eftirlit av góðskuni á vørum (fiski, fiskamjøli/fóðri, v.m.)
  • Kanning av vekt og støddarsamanseting á fiskavørum
  • Meting av góðskuni innan fastleika, lukti, farvu, handfaran osfr.

Starvsfólkini hjá VRG, ið virka innan hetta økið, hava øll hollar fakligar førleikar frá hægri altjóða háskúlum og universitetum.

 
           
              
Útgivið í Eftirlitstænastur

VRG hevur gjøgnum 15 ár virkað innan hetta serliga økið, har vit fremja ymisk sløg av eftirlitum vegna kundar og myndugleikar. Innan hetta økið virka vit bæði í Føroyum og úti í heimi. 

Altjóða handil stillar stór krøv til álit millum keypara og seljara, og her er tað at VRG fremur tænastur, ið tryggja at bæði seljari og keypari kenna seg tryggar í einum samhandli. VRG leggur stóran dent á at okkara tænastur innan økið eru óheftar og álýtandi, og fylgja altjóða standardum.

Okkara tænastur innan hetta økið fevna m.a. um eftirlit, staðfestingar, yvirvakan og ráðgeving í breiðum høpi.  Vit leggja stóran dent á at vera tøk 24/7, tí feløg í altjóða samhandli eru ígongd 24/7, og tað er VRG tí sjálvandi eisini, innan hetta serliga øki.

Tú finnur nærri kunning í skráunum til vinstru, har vit lýsa ymisk økir, har vit veita hesar tænastur.

Útgivið í Eftirlitstænastur

Samband

  Glyvravegur 40    
  P.O. Box 26   +298 566600
  625 Glyvrar   vrg@vrg.fo
  Faroe Islands  

 

Samband

  Glyvravegur 40    
  P.O. Box 26   +298 566600
  625 Glyvrar   vrg@vrg.fo
  Faroe Islands  

 

Melda til tíðindabræv