Print this page

Skipanir

Á góðum fakligum grundarlagi og við nýmótans vælumtóktum framferðarhættum kunnu vit menna, tillaga og gjøgnumføra skráir fyri okkara kundar innan effektiva leiðslu, við fokus á góðsku og kundatørv. Í samstarvi millum virkir ella persónar eru okkara royndir góð barlast.

Við tað at okkara kontaktflata gevur nógvar samstarvsmøguleikar, leggja vit eisini dent á nýggjar og kreativar samstarvshættir, tá hetta er ynskiligt.

Alt eftir hvussu uppgávan sær út, kunnu vit koma inn í myndina ymsastaðni í fyriskipanini, har okkurt skal granskast. Vit kunnu luttaka sum vegleiðarar, leiðarar fyri arbeiðshátti ella verkætlan, og verða ein samstarvsfelagi, ákoyrari og sundurgreina, tá hetta er neyðugt. Vit kunnu leggja til rættis og gjøgnumføra mennandi skráir fyri alla fyriskipanina ella partar av henni.

Vit kunnu eisini fyribyrgja kapasitetstrupulleikum við at átaka okkum leiðslulíknandi uppgávur í avmarkaðum tíðarskeiðum, tá hetta er ynskiligt

 

Málstýringsskipan, sum gevur úrslit

Hjá fyritøkum og stovnum er tað meira enn nakrantíð neyðugt, at hava klárar strategiir fyri at eydnast í einum støðugt meira alheimsgjørdum heimi.

VRG kann sum tann einasta fyritøkan í Føroyum, veita stovnum og fyritøkum eina sertifiseraða ráðgeving í avriks loysnum, har vit bæði hava vitanina til at menna eina burðardygga strategi,  og eisini hava sertifiseraðan førleika til at sjónliggera mál og avrik í mun til eina strategi / visjón.

Ring til okkum, og fá nærri kunning um hesa nýggju og nýmótans tænastuna og skipan.

 

Mál- og avriks stýring innan tað almenna

Munadyggari fyrisiting við mál- og avriksstýring

Í stuttum er endamálið við mál- og avriksstýring at fáa eina munadyggari, t.e. effektivari, fyrisiting í Føroyum. Sum mest skal fáast burtur úr landsins búskapartilfeingi, og samsvar skal vera millum politiskar ætlanir og uppgávurnar, hin einstaki stovnurin skal loysa.

 

Last modified on 12 November 2019