Um VRG

Um VRG

Krøv og ynskir til menning, effektivitet og lønsemi eru niðurfeld í framtíðarætlanir og mál fyri flestu virkir, feløg, og umsitingargreinar.

Søgan hjá VRG gongur aftur til 1997, tá felagið varð stovnað. Serliga legði VRG dent á at veita eina tænastu, ið hjálpti okkara kundum at náa mál innan leiðslu, búskap, marknaðarføring, rekruttering, góðsku- og umhvørvisstýring. Síðani stovnan hevur VRG ment seg saman við sínum kundum. VRG hevur soleiðis ein høgan og breiðan fakligan førleika innan okkara virkisøkir, sum í dag eisini fevna um sølu og keyp av fyritøkum, KT-loysnir og samskipan av verkætlanum og feløgum. Tað ger okkum før fyri at luttaka í smáum, sum stórum verkætlanum - sjálvstøðugt, ella í samstarvi við okkara samstarvsfelagar í inn- og útlandi.

Ein av okkara visjónum er, at vera ein álítandi samstarvsfelagið, eisini tá talan er um størri verkætlanir. Í 2007 gjørdist Virkisráðgeving partnari í QPR, ið er ein altjóða fyritøka, við fokus á leiðsluloysnir, til at stýra prosessum og málum í eini fyritøku ella stovni. Hetta samstarvið gevur okkum millum annað:

  • Atgongd til nýggjastu vitan innan okkara virkisøkir
  • Møguleika fyri at samstarva við aðrar ráðgevarar, har vit sjálvi mangla ressursir
  • Sertifiseringar av ymiskum slag, ið eru við til at tryggja okkara kundum hægstu tænastugóðsku
  • Luttøku í altjóða verkætlanum.

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum, um tú hevur brúk fyri hjálp við eini uppgávu – vit ráðgeva fegin.

Dagført 07. May 2015

Samband

  Glyvravegur 40    
  P.O. Box 26   +298 566600
  625 Glyvrar   vrg@vrg.fo
  Faroe Islands  

 

Samband

  Glyvravegur 40    
  P.O. Box 26   +298 566600
  625 Glyvrar   vrg@vrg.fo
  Faroe Islands  

 

Melda til tíðindabræv