Standard Skipanir

Standard Skipanir

Tað er týdningarmikið at ein leiðsluskipan (t.d. ISO9001, ISO14001 o.l.) ikki bert verður innførd, tí hetta er eitt krav frá kundanum ella vinnuni, men tí mett verður at skipanin er virðisskpandi fyri felagið. Somuleiðis er alneyðugt at skrivaðar mannagongdir samsvara við dagligu gongdina í felagnum – soleiðis at skipanin mennist saman við virkseminum.

VRG bjóðar eina talgilda skjalaskipan, ið lættir um dagføring og umsiting av tykkara leiðsluskipan.

Millum annað bjóða vit:

  • Eina standardskipan, ið passar til tykkara leiðsluskipan (t.d. ISO ella onnur altjóða góðkenning).
  • Útgávustýring av øllum broytingum í skipanini (Versiónsstýring)
  • Innlesing av øllum skjølum (pdf, word, xlsx osfr.).
  • Umsetingarmodul: Mannagongdir og onnur skipanarskjøl til enskt ella onnur mál, um tørvur er á tí.
  • Fráboðanarskipan: Talgild fráboðan og viðgerð av óynsktum hendingum ella betranaruppskotum.
  • Innleggja aðrar gerðir (funkur), sum tit hava brúk fyri, t.d. talgild oyðubløð, nøgdsemiskanningar o.s.fr.

Fyrimunir við eini talgildari mannagongd:

  • Tit hava altíð atgongd til mannagongdir og skjøl
  • Tit savna alla vitan á einum stað – ið kann gevast víðari
  • Tit avgera hvør hevur atgongd til hvat
  • Tit kunnu skjótt og lætt rætta í skjølum
  • Tit síggja hvør hevur rættað í skjølunum seinast
  • Tit lætta um skoðanir/eftirlitum av tykkara virksemi.
  • Tit fáa meira burturúr leiðsluskipanini

Vit hava góðar royndir við okkara talgildu skjalaskipan. Tað eru nógvar ymiskar fyritøkur og stovnar, ið longu brúka hana. Set teg í samband við okkum, um tú ynskir at hoyra nærri. Á føroyska marknaðinum, er hetta allarhelst mest nýtta skipanin av sínum slag í løtuni.

Ikki drála við at taka samband við okkum, um tit ynskja eina óbindandi gjøgnumgongd av skipanini

Dagført 03. Juli 2016

Samband

  Heiðavegur 5   +298 666600
  P.O. Box 26   +298 566600
  600 Saltangará   vrg@vrg.fo
  Faroe Islands   Finn okkum

 

Samband

  Heiðavegur 35   +298 666600
  P.O. Box 26   +298 566600
  600 Saltangará   vrg@vrg.fo
  Faroe Islands   Finn okkum

 

Melda til tíðindabræv

Melda til tíðindabræv