Faroexpo

Faroexpo

06 May

Leigan av básum

  06. May 2015

VRG hevur básar til leigu til tín, ið skal skipa fyri stevnum ella líknandi tiltøkum.

Leiga básarnar frá okkum, og vit seta básarnar upp og taka teir niður eftir tiltakið, um hetta er ynskiligt.

Set teg í samband við okkum og fá eitt gott tilboð.

 

Fakta:
Breidd: 1 m
Til ber at klæða básin við lýsingum á báðum síðum
Til ber at leggja el í básarnar

 

06 May

Faroexpo

  06. May 2015

Vinnustevnan Faroexpo (partenariat & ráðstevna) verður á hvørjum árið hildin í oktober mánaði, í viku 43.

Faroexpo er einasta vinnustevnan av sínum slag í Føroyum, har fyritøkur møtast til B2B fundir, ið skapar karmar har vinnan effektivt fær samskifta, og komi í sambandi við útlendskar fyritøkur, ið síggja møguligar samstarvsmøguleikar við Føroyskar fyritøkur. Endamálið við Faroexpo  er at økja um útflutningin av føroyskari vøru og fáa hesar á heimsmarknaðin.

VRG samskipar Faroexpo

Fá meira at vita, við at vitja heimasíðuna: www.faroexpo.fo

06 May

Eysturoyar Vinnulívsfelag (EVF)

  06. May 2015

Eysturoyar Vinnulívsfelag (EVF) er eitt áhugafelag í Eysturoynni, ið hevur til endamáls at geva vinnulívsfólki í oynni høvi at møtast regluliga, og fáa íblástur og stuðul frá hvørjum øðrum. Skipað verður fyri fleiri árligum tiltøkum fyri limir.

VRG hevur dagligu umsitingina og samskipar øll tiltøk hjá Eysturoyar Vinnulívsfelag.

Bústaður:
Glyvravegur 40
600 Saltangará

Tel. +298 566 600

Vitja heimasíðu felagsins: www.evf.fo

VRG hevur dagligu umsitingina av Eysturoyar Handverksmeistarafelag (EyHMF).

Eru spurningar, ivamál ella onnur viðurskifti í samband við EyHMF skulu hesir stílast til VRG. 

Til ber eisini at lesa meira um EyHMF á teirra heimasíðu: www.eyhmf.fo

Bústaður:
Glyvravegur 40

Postboks 77
610 Saltangará

Tlf. 566600
Teldupostur: This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

06 May

Samskipan

  06. May 2015

Samskipanartænastan hjá VRG snýr seg um at tryggja eina professionella umsiting av feløgum ella verkætlanunum, har tað at seta á stovna egna umsiting vil verða ov kostnaðarmikið.

Umframt at samskipa eina røð av verkætlanum vegna okkara kundar, tekur VRG  sær í løtuni av at samskipa virksemi hjá millum annað Eysturoyar Handverksmeistarafelag og Eysturoyar Vinnulívsfelag.

Samskipanartænastur okkara kunnu varða í styttri ella longri tíðarskeið. Set teg í samband við okkum um eina møguliga samskipanaravtalu.  

Samband

  Glyvravegur 40    
  P.O. Box 26   +298 566600
  625 Glyvrar   vrg@vrg.fo
  Faroe Islands  

 

Samband

  Glyvravegur 40    
  P.O. Box 26   +298 566600
  625 Glyvrar   vrg@vrg.fo
  Faroe Islands  

 

Melda til tíðindabræv