Samskipan

Samskipan

06 Mai

Leigan av básum

  06. mai 2015

VRG hevur básar til leigu til tín, ið skal skipa fyri stevnum ella líknandi tiltøkum.

Leiga básarnar frá okkum, og vit seta básarnar upp og taka teir niður eftir tiltakið, um hetta er ynskiligt.

Set teg í samband við okkum og fá eitt gott tilboð.

 

Fakta:
Breidd: 1 m
Til ber at klæða básin við lýsingum á báðum síðum
Til ber at leggja el í básarnar

 

06 Mai

Mentanarvikan Skýming

  06. mai 2015

Mentanarvikan Skýming verður hildin á hvørjum ári í viku 43, tað vil siga at mentanarvikan og Faroexpo verða skipað í senn. Kvøldini gerast longri í hesi myrku tíð, tá myrkrið vinnur á ljósinum. Men hesa vikuna í oktober, seta  hesi tiltøkini ein heilt serstakan dám á Runavíkina. Nógv fólk leita sær inn út á Skálafjørðin at luttaka á ymsu mentanarligu tiltøkunum, ið Glyvrar, Saltangará og Runavík hava at bjóða hesa vikuna.

VRG samskipar mentanarvikuna Skýming. Hevur tú eitt hvørt áhugavert tiltak ella hugsskot til mentanarvikuna, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.

Fá meira at vita, við at vitja heimasíðuna: www.mentanarvikan.fo

06 Mai

Faroexpo

  06. mai 2015

Vinnustevnan Faroexpo (partenariat & ráðstevna) verður á hvørjum árið hildin í oktober mánaði, í viku 43.

Faroexpo er einasta vinnustevnan av sínum slag í Føroyum, har fyritøkur møtast til B2B fundir, ið skapar karmar har vinnan effektivt fær samskifta, og komi í sambandi við útlendskar fyritøkur, ið síggja møguligar samstarvsmøguleikar við Føroyskar fyritøkur. Endamálið við Faroexpo  er at økja um útflutningin av føroyskari vøru og fáa hesar á heimsmarknaðin.

VRG samskipar Faroexpo

Fá meira at vita, við at vitja heimasíðuna: www.faroexpo.fo

06 Mai

Eysturoyar Vinnulívsfelag (EVF)

  06. mai 2015

Eysturoyar Vinnulívsfelag (EVF) er eitt áhugafelag í Eysturoynni, ið hevur til endamáls at geva vinnulívsfólki í oynni høvi at møtast regluliga, og fáa íblástur og stuðul frá hvørjum øðrum. Skipað verður fyri fleiri árligum tiltøkum fyri limir.

VRG hevur dagligu umsitingina og samskipar øll tiltøk hjá Eysturoyar Vinnulívsfelag.

Bústaður:
Heiðavegur 35
600 Saltangará

Tlf 666600
Samskipari: Etly Nord Højgaard, Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den.

Vitja heimasíðu felagsins: www.evf.fo

Nevndin í Eysturoyar Handverksmeistarafelag hevur heitt á VRG um at átaka sær dagligu umsitingina av EyHMF.

Í nevndini hjá EyHMF sita:

Helgi Johannesen, formaður
Jóan Petur Vang, næstformaður
Petur Frank Joensen
Rúni Leitisstein
Fróði Guttesen

 

Eru spurningar, ivamál ella onnur viðurskifti í samband við EyHMF skulu hesi framyvir stílast til VRG.

Bústaður:
Heiðavegur 35
Postboks 77
610 Saltangará

Tlf. 666600
Samskipari:     Etly Nord Højgaard, Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den. 
 

06 Mai

Samskipan

  06. mai 2015

VRG  tekur sær í løtuni av at samskipa virksemi hjá millum annað Eysturoyar Handverksmeistarafelag og Eysturoyar Vinnulívsfelag.

Samskipanartænastur okkara kunnu varða í styttri ella longri tíðarskeið. Set teg í samband við okkum um eina møguliga samskipanaravtalu.  

Samband

  Heiðavegur 5   +298 666600
  P.O. Box 26   +298 566600
  600 Saltangará   vrg@vrg.fo
  Faroe Islands   Finn okkum

 

Samband

  Heiðavegur 35   +298 666600
  P.O. Box 26   +298 566600
  600 Saltangará   vrg@vrg.fo
  Faroe Islands   Finn okkum

 

Melda til tíðindabræv

Melda til tíðindabræv