Prenta hesa síðu

Samskipan

Samskipanartænastan hjá VRG snýr seg um at tryggja eina professionella umsiting av feløgum ella verkætlanunum, har tað at seta á stovna egna umsiting vil verða ov kostnaðarmikið.

Umframt at samskipa eina røð av verkætlanum vegna okkara kundar, tekur VRG  sær í løtuni av at samskipa virksemi hjá millum annað Eysturoyar Handverksmeistarafelag og Eysturoyar Vinnulívsfelag.

Samskipanartænastur okkara kunnu varða í styttri ella longri tíðarskeið. Set teg í samband við okkum um eina møguliga samskipanaravtalu.  

Dagført 28. April 2019