ISO 9001

ISO 9001

Skeið í ISO 9001 góðsku standardinum

Grundleggjandi skeið

Skeiðið leggur dent á grundleggjandi liðirnar í góðskuskipanini ISO 9001. Innihaldið á skeiðinum verður býtt upp í ein ástøðiligan part og praktiskan part við dømum úr gerandisdegnum.

Skeiðið gevur tær grundleggjandi meirvitan um:

  • Nýggjastu rákini innan góðskuskipanir
  • Hvat ein góðskuskipan er
  • Hvussu tú stýrir eini kompleksari skipan - effektivt!
  • Hvør hevur brúk fyri eini leiðsluskipan
  • Fremjan av innanhýsis eftirliti (skoðan v.m.)

Eisini verður í stuttum greitt frá møguleikunum fyri sertifisering v.m. av leiðsluskipanum innan góðsku, arbeiðstrygd og umhvørvi.

Fullfíggjan av hesum skeiðið gevur tær neyðugu vitanina til at luttaka á víðkaða ISO 9001 góðskuskeiðinum, ið Virkisráðgeving eisini skipar fyri.

Málbólkur
Skeiðini eru ætlaði til bæði leiðslu og starvsfólki, ið kenna lítið og onki til ISO 9001 standardin, og sum vilja vita um hetta er nakað fyri teirra fyritøku. Pláss er vanliga fyri umleið 16 luttakarum á hvørjum skeiði. Tað skulu vera í minsta lagi 6 luttakarar fyri at skeiðið skal gjøgnumførast.

Sí skeiðkalendaran, nær næsta skeið verður, ella set teg í samband við okkum á Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den. ella tlf. +298 666600.

Skeiðslýsing

 

Víðkað skeið í ISO 9001 góðsku standardinum (2015 útgávan)

ISO9001 standardurin verður dagførdur við jøvnum millumbilum. Nýggjastu dagføringarnar koma, eftir ætlan, í gildið í september 2015.

ISO9001:2015 fer at leggja størri dent á váðametingar í samband við góðsku. Skeiðið fer tí at viðgera, hvørja ávirkan váðametingarnar hava á fyritøkuna.

Skeiðið gevur tær víðkaða vitan um:

  • Nýggjastu rákini innan góðskuskipanir serliga viðv. ISO9001:2015
  • Munir í millum 2008 og 2015 útgávurnar
  • Hvørja ávirkan váðametingarnar hava á eina sertifiseraða fyritøku
  • Hvørja ávirkan váðametingarnar hava á nýggjar sertifiseringar
  • Váðametingar: Hvussu verða hesar gjørdar - hvørji hjálpitól eru góð at nýta?
  • Innanhýsis skoðan (fyrireiking, gjøgnumføring og rapportering)

 

Virkisráðgeving er leiðandi veitari av góðsku- trygdar- & umhvørvis leiðsluskipanar loysnum. Vit hava drúgvar royndir í at veita vegleiðing og koma fegin við heildarráðgeving til kundar, ið umhugsa eina góðskuskipan.

Málbólkur
Skeiðið er ætlað bæði leiðslu og starvsfólki, ið arbeiða við góðsku og kenna til ISO 9001 standardin. Skeiðið er eisini ætlað teimum, ið hava luttikið á grundleggjandi ISO 9001 góðskuskeiði.

Sí skeiðkalendaran, nær næsta skeið verður, ella set teg í samband við okkum á Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den. ella tlf. +298 666600.

Skeiðslýsing

Dagført 21. februar 2017

Samband

  Heiðavegur 5   +298 666600
  P.O. Box 26   +298 566600
  600 Saltangará   vrg@vrg.fo
  Faroe Islands   Finn okkum

 

Samband

  Heiðavegur 35   +298 666600
  P.O. Box 26   +298 566600
  600 Saltangará   vrg@vrg.fo
  Faroe Islands   Finn okkum

 

Melda til tíðindabræv

Melda til tíðindabræv