Prenta hesa síðu

Skeið í starvssetan & samrøðuteknikki

Nógvar kanningar vísa, at setan av skeivum starvsfólki, er ein dýrur lærdómur fyri virkir og stovnar. Ein norsk kanning vísir at 4 av 10 fyritøkum, meta, at skeivar starvssetanir kosta fyritøkuni millum 250.000 og 500.000 kr.

Ongin ivi er tí um, at tað loysir seg hjá virkjum og stovnum, at hava eitt støðugt fokus á menning av setanartilgongdum, fyri at styrkja um rættar avgerðir í samband við starvssetanir.

VRG bjóðar í tí við jøvnum millumbilum skeið í starvssetan og samrøðuteknikki.

Skeiðið verður hildið yvir ein dag, frá kl. 9.00 til 16.00:

Skrá

  • Innleiðandi um skeiðið
  • Alment um setanarpolitikk
  • Setanartilgongd
  • Kravfestingar
  • Fyrireiking av setanarsamrøðum
  • Gjøgnumføring av setanarsamrøðum
  • Meting av eginleikum.  
  • Nær er hetta viðkomandi, og hvat krevst fyri at nýta tilhoyrandi amboð?  
  • Setanarmannagongdir

Kunning
Høvi verður at stilla spurningar so hvørt gjøgnum framløgurnar
Steðgir verða hildnir eftir tørvi
Skift verður millum ástøðiliga undirvísing og bólkaarbeiði

Kostnaður: Luttøkukostnaðurin fyri skeiðið, er 2.550 kr. +mvg fyri hvønn persón, íroknað mat og tilfar. Kanna skeiðskalendaran fyri at finna útav nær næsta skeiðið verður. Eisini ber til at bíleggja skeiðið, meir um hetta fæst at vita við at venda sær til vrg.

Eru spurningar um skeiðini, kunnu tit ringja á tlf. 566600.

Dagført 04. December 2019