Standard Systems

Standard Systems

Prosessoptimering og málstýring

VRG bjóðar leiðsluamboð í serflokki

Røkk hægri málum við góðum mátiamboðum

 

QPR kann sjónliggera mestsum øll hugsandi viðurskifti í fyritøkuni / stovninum á ein sera sjónligan og einfaldan hátt. Sum dømir kunnu nevnast:

  • Sølutøl
  • Marknaðarmenning
  • Framleiðslutøl
  • Veitan
  • Tænastu
  • Prís
  • Dygd
  • Menning
  • Tíð

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

QPR er ein talgild stýrisskipan, ið hjálpir fyritøkum/stovnum at røkka støðugt hægri málum og betra um dygd, mannagongdir og úrslit!

Leiðsluamboð

Sum leiðsluamboð, eru QPR skipanirnar førandi m.a. í sambandi við innføring av avriksmátingum innan týdningarmiklastu økini í einum virksemi. Við hesum mátiamboði hava fyritøkur og stovnar altíð eitt teldutøkt dagført yvirlit yvir nútíðar mátingar. Leiðslan fær við QPR eitt munagott amboð til at røkka málum og ynskiligum úrslitum.

Leiðsla og starvsfólk lyfta í felag

Skipanin ger tað møguligt hjá leiðsluni í eini fyritøku at fremja ætlanir og náa lyklaúrslitum á ein lættari hátt. Hetta er gjørligt við tað at starvsfólkini eru ein náttúrligur partur, og skipanin verður brúkt sum eitt dagligt mátiamboð í arbeiðsdegnum. Starvsfólkini fáa hervið eina økta ábyrgdarkenslu og størri innlit í virksemið hjá fyritøkuni.

Fá skjót úrslit við Prosessoptimering og Balanced ScoreCard mátingum.

 

Dømi um mál og avrik Amboð

fíggjarlig

- Øktan bruttovinning

QPR-Metrics

- Økt eginpeningsavkast

- Stýring av framleiðslukostnaðum

 

kundar

- Øking í virkiskundum (handlum o.l.)

QPR-Metrics & Processdesigner

- Betri kundanøgdsemi

 

prosessir

Virkisvøkstur:

QPR-Processdesigner

- Økja tað vinnuliga grundarlagið

Optimering av kjarnuvirksemi:

- Áhaldandi kostnaðarstýring

 

menning

- Starvsfólkanøgdsemi

QPR-Metrics & Processdesigner

- Læring og menning av starvsfólkum

Brúkaravinarlig skipan

Skipanin er einføld at taka í nýtslu og løtt at brúka í gerandisdegnum. Tað snýr seg um ein portal, ið verður gjørdur í mun til samleika og tørv hjá tí einstøku fyritøkuni. QPR skipanin er soleiðis eitt leiðsluamboð, ið fevnir um alla fyritøkuna.

VRG umboðar QPR í Føroyum

VRG er góðkendur og sertifiseraður partnari hjá QPR og kann tí veita alla neyðuga ráðgeving og tøkniliga hjálp í innføringini. Ynskja tit nærri kunning, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum. Vit koma fegin á ein ókeypis kunningarfund,  fyri at geva nágreinligt innlit í skipanina.

VRG
Heiðavegur 5
600 Saltangará
Faroe Islands

Tel. +298 566600
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. - www.vrg.fo

 

Bílegg ein ókeypis kunningarfund, skriva til: This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

 
Last modified on 12 November 2019

Contact Us

  Glyvravegur 40   +298 566600
  P.O. Box 26   +298 566600
  600 Saltangará   vrg@vrg.fo
  Faroe Islands  

 

Contact Us

  Glyvravegur 40   +298 566600
  P.O. Box 26   +298 566600
  600 Saltangará   vrg@vrg.fo
  Faroe Islands  

 

Glyvravegur 40

 

Melda til tíðindabræv