Starvssetan & samrøðuteknikki

Starvssetan & samrøðuteknikki

20 Nov

Skeið í Canva

  Created 20 November 2023

Canva er eitt sniðgevingar amboð, til at sniðgeva ymiskt sjónligt tilfar til ymisk høvi. Eyðkenni av skipanini er skraddaraseymaðar frymlar til alskins brúk innan sjónligt samskifti, á sosialaum miðlum eins og til onnur  høvi, eftir tørvi. Tilfar, sum kann sniðgevast er:

  • Marknaðartilfar til sosialar miðlar
  • Framløgur
  • Video
  • Heimasíður.

Á skeiðinum kemur tú at framleiða tilfar, sum júst tú hevur brúk fyri, at skapa til tína fyritøku.

Kom og lær at brúka Canva við VRG.

06 Mar

Skeið í matvørutrygd (I (víðkað)

  Created 06 March 2017

Styrk tínar førleikar innan matvørutrygd!

Skeiðið er næsti partur í okkara matvørutrygdar skeiðum. Tað er ein fyrimunur, at tú hevur lokið okkara skeið í matvørutrygd I, men um tú hevur eina grundfatan innan matvørutrygd frammanundan, vilt tú eisini fáa ágóða av skeiðnum.

Málið við skeiðnum er at geva luttakarum eina økta vitan og breiðan førleika til HACCP krøvini innan matvørutrygd.

Tú fært somuleiðis eina grundleggjandi vitan um standardir sum: BRC, IFS, ISO 22000, FSSC 22000

Innihaldið á skeiðinum tryggjar at krøvini til útbúgving av HACCP/matvørutrygdartoyminum eru uppfylt, smbært nevndu standardum.

HACCP er eitt av týdningarmiklastu amboðunum innan matvørutrygd.

Innihald

Skeiðið inniheldur m.a. fylgjandi:

  • Standardir innan matvørutrygd: BRC, IFS, ISO 22000, FSSC 22000
  • Ábyrgdin hjá leiðsluni - bygnaður, ábyrgdir og heimildir
  • HACCP-toymi
  • Matvørur, reinføri og smáverur (bakteriur o.a.) 
  • Váðagreining, eyðmerking av vandum og meting av hesum
  • Persónligt reinføri, sum partur av matvørutrygd
  • Stýrandi fyriskipanir
  • Bygnaður og strukturering av leiðsluskipanum innan matvørutrygd

Skeiðið er skipað við ástøðiligari undirvísing, sum verður supplerað við einstaklinga- og bólkauppgávum.

Prógv verður latið á enskum til luttakarar, sum hava luttikið gjøgnum alt skeiðið.

22 Apr

Skeið í matvørutrygd I (grundleggjandi)

  Created 22 April 2015

Fá stýr á matvørutrygdini!

Málið við skeiðnum er at geva luttakarum grundleggjandi og nýtiligan førleika til HACCP krøvini innan matvørutrygd.

Innihaldið á skeiðinum tryggjar at krøvini til útbúgving av HACCP/matvørutrygdartoyminum eru uppfylt, sambært frágreiðing í BRC Global Standard Food og ISO 22000.

HACCP er eitt av týdningarmiklastu amboðunum innan matvørutrygd.

Innihald

Skeiðið inniheldur m.a. fylgjandi:

  • Meginreglur í HACCP hugsjónini
  • Váðametingar
  • Skjalprógvan av váðametingum
  • Skjalprógvan fyri stýring av CCP, GMP og/ella oPRP/PRP
  • Krøvini til innanhýsis skoðan (audit)
     
22 Apr

Skeið í verkætlanarleiðslu

  Created 22 April 2015

Eftirspurningurin eftir starvsfólki við royndum og førleikum innan verkætlanarleiðslu er støðugt vaksandi.

Eingin ivi er um, at hesin arbeiðs- og leiðsluháttur verður eitt sterkt framtíðar arbeiðsamboð.

Verkætlanarleiðsla er ein sermerktur leiðsluháttur, har dentur verður lagdur á stýring eftir ítøkiligum málum, neyvari ráðlegging, samskipan og ikki minst samskifti innan serligar og ofta tíðaravmarkaðar karmar.

Málbólkur

Skeiðini venda sær til verandi og komandi verkætlanarluttakarar og -leiðarar, ið hava tørv á førleikum og íblástri innan verkætlanararbeiði. Samstundis eru skeiðini sera viðkomandi fyri leiðsluna í eini fyritøku.

Bygnaður

VL Skeið 1

Innihald
Skeið 1 í verkætlanarleiðslu inniheldur ein ástøðiligan part og ein praktiskan part, har skeiðluttakararnir fáa høvi at royna tey ymisku amboðini innan verkætlanarleiðslu.

VL Skeið 2

Innihald
Skeið 2 er fyri fólk, ið hava grundleggjandi førleika innan verkætlanarleiðslu og, sum ynskja at víðka sína vitan.

Ástøðiliga, er skeiðið eitt gott grundarlag fyri tey, ið hugsa um at fáa eina góðkenning innan verkætlanarleiðslu, t.d. frá PMI. Skeiðið inniheldur bæði ástøðiligan og praktiskan part.

Skeiðslýsing

Vanlig skrá

Fyrrapart

Innlit í verkætlanaramboð og framferðahátt, tá verkætlanir verða lagdar til rættis.

Seinnapart
Størri fokus á bólkauppgávur: Luttakarar samstarva í bólkum, við uppgávum, sum taka útgangsstøði í tí, sum verður undirvíst í.

Hvat fæst burturúr?
Vit kunnu veita trygd fyri at luttakarar eftir tveimum døgum hava eina betri fatan av grundleggjandi verkætlanarleiðslu:

  • Vitan um verkætlanarkarmar
  • Førleika at seta gagnlig mál
  • Kunnleika til verkætlanarbygnað og leiðsluuppgávu
  • Førleika at gera varðaætlan
  • Tilvitan um váðastýring
  • Kunnleika um amboð at stýra verkætlanum

Fyrimunir

Skeiðini í verkætlanarleiðslu leggja dent á, at amboðini eru praktisk at gagnnýta. Uppgávuparturin byggir á grundsetningin: Royn og lær! Hetta ger tað meira áhugavert og avbjóðandi at vera luttakari. Ein fær beinanvegin eina greiða fatan av, hvussu amboðini kunnu nýtast í praksis.

Umstøður
Skeiðini verða hildin á arbeiðsplássinum um nóg nógvir luttakarar eru, ella á einum hóskandi stað - skeiðhøli - har pláss er fyri umleið 10-15 luttakarum. Royndir ráðgevarar frá VRG halda skeiðini. Vanliga verða skeiðini skipað yvir 2 dagar, men longri skeið, ið umfata fleiri øki innan verkætlanarleiðslu, kunnu eisini fyriskipast.

Tit eru vælkomin at seta tykkum í samband við okkum, um tit ynskja eitt skeið í verkætlanarleiðslu, ella aðrar tænastur frá okkum.

22 Apr

Skeið í starvssetan & samrøðuteknikki

  Created 22 April 2015

Nógvar kanningar vísa, at setan av skeivum starvsfólki, er ein dýrur lærdómur fyri virkir og stovnar. Ein norsk kanning vísir at 4 av 10 fyritøkum, meta, at skeivar starvssetanir kosta fyritøkuni millum 250.000 og 500.000 kr.

Ongin ivi er tí um, at tað loysir seg hjá virkjum og stovnum, at hava eitt støðugt fokus á menning av setanartilgongdum, fyri at styrkja um rættar avgerðir í samband við starvssetanir.

VRG bjóðar í tí við jøvnum millumbilum skeið í starvssetan og samrøðuteknikki.

Skeiðið verður hildið yvir ein dag, frá kl. 9.00 til 16.00:

Skrá

  • Innleiðandi um skeiðið
  • Alment um setanarpolitikk
  • Setanartilgongd
  • Kravfestingar
  • Fyrireiking av setanarsamrøðum
  • Gjøgnumføring av setanarsamrøðum
  • Meting av eginleikum.  
  • Nær er hetta viðkomandi, og hvat krevst fyri at nýta tilhoyrandi amboð?  
  • Setanarmannagongdir

Kunning
Høvi verður at stilla spurningar so hvørt gjøgnum framløgurnar
Steðgir verða hildnir eftir tørvi
Skift verður millum ástøðiliga undirvísing og bólkaarbeiði

Kostnaður: Luttøkukostnaðurin fyri skeiðið, er 2.550 kr. +mvg fyri hvønn persón, íroknað mat og tilfar. Kanna skeiðskalendaran fyri at finna útav nær næsta skeiðið verður. Eisini ber til at bíleggja skeiðið, meir um hetta fæst at vita við at venda sær til vrg.

Eru spurningar um skeiðini, kunnu tit ringja á tlf. 566600.

ISO 14001 standardurin verður dagførdur í jøvnum millumbilum. Nýggjastu dagføringarnar koma, eftir ætlan, í gildið í seinnu helvt av 2015. Skeiðið gevur førleika til nýmótans umhvørvisstýring sambært ISO14001 2015 útgávuni, ið fer at leggja størri dent á strategiska umhvørvisstýring.

ISO 14001 er ein tann mest viðurkendi altjóða standardurin til stýring av Umhvørvi- og trygd, og verður nýttur bæði á landi og á sjónum (t.d.umborð á skipum).

Skeiðið gevur tær skjalprógvaða meirvitan um:

  • Nýggjastu rákini innan góðskuskipanir serliga viðv. ISO14001:2015
  • Minir í millum 2004 and 2015 útgávurnar
  • Strategiska umhvørvisstýring
  • Life-cycle hugsunarhátturin
  • Innanhýsis skoðan (fyrireiking, gjøgnumføring og rapportering)

Tú fært upplæring í teknikkum, ið eru neyðugir, fyri at kunna hava eina virðisskapandi skipan, váðametingar og skoðarnir á skipum, fyritøkum og stovnum.

Undirvísingin er skipað sum ein hóskandi blanding millum framløgu, bólkaarbeiði og stuttar einstaklingauppgávur.

Málbólkur
Skeiðið er ætlað bæði leiðslu, HTU starvsfólki og øðrum, ið kenna til ISO 14001 standardin og hava ábyrgd av umhvørvisstýring felagsins. Er ISO 14001 standardurin ókendur fyri tær, ber til at fáa fyriteikingartilfar til skeiðið við at venda sær til VRG.

Sí skeiðkalendarin, nær næsta skeið verður, ella set teg í samband við okkum á This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. ella tlf. +298 566600.

Skeiðslýsing

Skeiðið gevur førleika til nýmótans leiðsluskipanir, har krav er til eitt skipað góðskuarbeiði. Men skeiðið kann eisini vera eitt gott høvi at fáa nærri innlit í hesar skipanir. Á skeiðnum verður høvuðsdentur lagdur á fylgjandi leiðsluskipanir: ISM og Umhvørvi (ISO14001).

ISO 14000 og ISM eru tveir standardir, ið gerast støðugt meiri vanligir at hava í eini felags trygdar-og góðskuskipan, umborð á skipum. Hesir standardir hóska væl saman.

Skeiðið gevur tær skjalprógvaða meirvitan um:

  • Nýggjastu rákini innan Trygd og Umhvørvi
  • Samanbering av ISM og ISO14001 standardunum, stig fyri stig
  • Fremjan av innanhýsis eftirlitum (skoðan v.m.)
  • Hvussu tú stýrir eini kompleksari skipan - effektivt!
  • Hvørji fokus skulu vera fyri at skipanin gerst ein fíggjarligur fyrimunur?
  • Váðametingar: Hvussu verða hesar gjørdar - hvørji hjálpitól eru góð at nýta?

Tú fært upplæring í teknikkum, ið eru neyðugir, fyri at kunna hava eina virðisskapandi skipan, váðametingar og skoðarnir á skipum, fyritøkum og stovnum.

Pláss er vanliga fyri umleið 16 luttakarum á hvørjum skeiði. Tað skulu vera í minsta lagi 6 luttakarar fyri at skeiðið skal gjøgnumførast.

Sí skeiðkalendarin, nær næsta skeið verður, ella set teg í samband við okkum á This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. ella tlf. +298 566600.

22 Apr

Skeið í ISO 9001 góðskuskipanini

  Created 22 April 2015

Skeiðslýsing

Tveir daga skeið um ISO 9001

Skeiðið gjøgnumgongur allar liðirnar í góðskuskipanini ISO 9001. Innihaldið á skeiðinum verður býtt upp í ein ástøðiligan part og praktiskan part við dømum úr gerandisdegnum.

Skeiðið gevur tær grundleggjandi vitan um:

  • Nýggjastu rákini innan góðskuskipanir
  • Hvat ein góðskuskipan er
  • Hvussu tú stýrir eini kompleksari skipan - effektivt!
  • Hvør hevur brúk fyri eini leiðsluskipan
  • Fremjan av innanhýsis eftirliti (skoðan v.m.)

Eisini verður í stuttum greitt frá møguleikunum fyri sertifisering v.m. av leiðsluskipanum innan góðsku, arbeiðstrygd og umhvørvi.

Málbólkur
Skeiðini eru ætlaði til bæði leiðslu og starvsfólk, ið kenna lítið og onki til ISO 9001 standardin, og sum vilja vita um hetta er nakað fyri teirra fyritøku. Pláss er vanliga fyri umleið 16 luttakarum á hvørjum skeiði. Tað skulu vera í minsta lagi 6 luttakarar fyri at skeiðið skal gjøgnumførast.

Sí skeiðkalendaran, nær næsta skeið verður, ella set teg í samband við okkum á This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. ella tlf. +298 566600.

Skeiðslýsing

22 Apr

Skeið

  Created 22 April 2015

VRG bjóðar skeið innan tey kjarnuøki, ið vit arbeiða og ráðgeva innanfyri, umframt útvald øki, ið vit annars meta eru viðkomandi og mennandi fyri fyritøkur, stovnar og einstaklingar.

Skeiðini verða, sum meginregla hildin av einum ella fleiri av okkara ráðgevum, ið hava drúgvar royndir og útbúgvingar innan tey øki, sum vit bjóða fram.

Skeiðini hjá VRG verða altíð eftirmett av skeiðluttakarunum, og tryggjar hetta, eina støðuga menning innanhýsis hjá VRG.

Dentur verður lagdur á, at geva luttakarunum munagóða vitan og amboð at arbeiða víðari við.

Eftir lokið skeið, verður skeiðprógv (vanliga á enskum) givið til luttakarar, ið hava gjøgnumført eitt skeið á ein nøktandi hátt.

Contact Us

  Glyvravegur 40   +298 566600
  P.O. Box 26   +298 566600
  600 Saltangará   vrg@vrg.fo
  Faroe Islands  

 

Contact Us

  Glyvravegur 40   +298 566600
  P.O. Box 26   +298 566600
  600 Saltangará   vrg@vrg.fo
  Faroe Islands  

 

Glyvravegur 40

 

Melda til tíðindabræv