Avskipanareftirlit (AB17 / ISO17020)
VRG loysir eftirlitsuppgávur í samband við upp- og avskipingar, og veitir aðrar tænastur sum eru í tráð við AB17 / ISO17020 standardin. Hesar uppgávur átaka vit okkum alt døgnið, og verða gjørdar á einum óheftnum grundarlagi.
VRG hevur gjøgnum 15 ár virkað innan hetta serliga økið, har vit fremja ymisk sløg av eftirlitum vegna kundar og myndugleikar. Innan hetta økið virka vit bæði í Føroyum og úti í heimi.
Altjóða handil stillar stór krøv til álit millum keypara og seljara, og her er tað at VRG fremur tænastur, ið tryggja at bæði seljari og keypari kenna seg tryggar í einum samhandli. VRG leggur stóran dent á at okkara tænastur innan økið eru óheftar og álýtandi, og fylgja altjóða standardum.
Okkara tænastur innan hetta økið fevna m.a. um eftirlit, staðfestingar, yvirvakan og ráðgeving í breiðum høpi. Vit leggja stóran dent á at vera tøk 24/7, tí feløg í altjóða samhandli eru ígongd 24/7, og tað er VRG tí sjálvandi eisini, innan hetta serliga øki.
Tú finnur nærri kunning í skráunum til vinstru, har vit lýsa ymisk økir, har vit veita hesar tænastur.
Glyvravegur 40 | |||
P.O. Box 26 | +298 566600 | ||
625 Glyvrar | vrg@vrg.fo | ||
Faroe Islands |
Glyvravegur 40 | |||
P.O. Box 26 | +298 566600 | ||
625 Glyvrar | vrg@vrg.fo | ||
Faroe Islands |