Í samband við okkara ráðgeving, er ofta tørvur á at menna ávísar KT-loysnir, soleiðis at okkara ráðgeving gevur tað besta úrslitið fyri kundan. Til menning av slíkum loysnum samstarva vit við aðrar KT mennarar, ella VRG stendur fyri menningini. Í báðum førum verður samstarvað tætt við kundan, fyri at røkka besta úrslitinum.
Talgilda skjala- og skrásetingarskipanin er eitt gott dømi uppá eina skipan, ið byrjaði sum serloysn, men sum vit í dag hava ment til eina standardskipan, sum tó verður tillaga serstøk krøv hjá okkara kundum, tá hetta er eitt ynski.
Stýring av lógum og reglum er ein umfatandi serloysn, sum VRG hevur ment fyri Sjóvinnustýrið. Skipanin sæst her: http://fmareglur.konsult.fo
Glyvravegur 40 | |||
P.O. Box 26 | +298 566600 | ||
625 Glyvrar | vrg@vrg.fo | ||
Faroe Islands |
Glyvravegur 40 | |||
P.O. Box 26 | +298 566600 | ||
625 Glyvrar | vrg@vrg.fo | ||
Faroe Islands |