Eftirspurningurin eftir starvsfólki við royndum og førleikum innan verkætlanarleiðslu er støðugt vaksandi.
Eingin ivi er um, at hesin arbeiðs- og leiðsluháttur verður eitt sterkt framtíðar arbeiðsamboð.
Verkætlanarleiðsla er ein sermerktur leiðsluháttur, har dentur verður lagdur á stýring eftir ítøkiligum málum, neyvari ráðlegging, samskipan og ikki minst samskifti innan serligar og ofta tíðaravmarkaðar karmar.
Skeiðini venda sær til verandi og komandi verkætlanarluttakarar og -leiðarar, ið hava tørv á førleikum og íblástri innan verkætlanararbeiði. Samstundis eru skeiðini sera viðkomandi fyri leiðsluna í eini fyritøku.
VL Skeið 1
Innihald
Skeið 1 í verkætlanarleiðslu inniheldur ein ástøðiligan part og ein praktiskan part, har skeiðluttakararnir fáa høvi at royna tey ymisku amboðini innan verkætlanarleiðslu.
VL Skeið 2
Innihald
Skeið 2 er fyri fólk, ið hava grundleggjandi førleika innan verkætlanarleiðslu og, sum ynskja at víðka sína vitan.
Ástøðiliga, er skeiðið eitt gott grundarlag fyri tey, ið hugsa um at fáa eina góðkenning innan verkætlanarleiðslu, t.d. frá PMI. Skeiðið inniheldur bæði ástøðiligan og praktiskan part.
Fyrrapart
Innlit í verkætlanaramboð og framferðahátt, tá verkætlanir verða lagdar til rættis.
Seinnapart
Størri fokus á bólkauppgávur: Luttakarar samstarva í bólkum, við uppgávum, sum taka útgangsstøði í tí, sum verður undirvíst í.
Hvat fæst burturúr?
Vit kunnu veita trygd fyri at luttakarar eftir tveimum døgum hava eina betri fatan av grundleggjandi verkætlanarleiðslu:
Fyrimunir
Skeiðini í verkætlanarleiðslu leggja dent á, at amboðini eru praktisk at gagnnýta. Uppgávuparturin byggir á grundsetningin: Royn og lær! Hetta ger tað meira áhugavert og avbjóðandi at vera luttakari. Ein fær beinanvegin eina greiða fatan av, hvussu amboðini kunnu nýtast í praksis.
Umstøður
Skeiðini verða hildin á arbeiðsplássinum um nóg nógvir luttakarar eru, ella á einum hóskandi stað - skeiðhøli - har pláss er fyri umleið 10-15 luttakarum. Royndir ráðgevarar frá VRG halda skeiðini. Vanliga verða skeiðini skipað yvir 2 dagar, men longri skeið, ið umfata fleiri øki innan verkætlanarleiðslu, kunnu eisini fyriskipast.
Tit eru vælkomin at seta tykkum í samband við okkum, um tit ynskja eitt skeið í verkætlanarleiðslu, ella aðrar tænastur frá okkum.
Glyvravegur 40 | |||
P.O. Box 26 | +298 566600 | ||
625 Glyvrar | vrg@vrg.fo | ||
Faroe Islands |
Glyvravegur 40 | |||
P.O. Box 26 | +298 566600 | ||
625 Glyvrar | vrg@vrg.fo | ||
Faroe Islands |