Krøv og ynskir til menning, effektivitet og lønsemi eru niðurfeld í framtíðarætlanir og mál fyri flestu virkir, feløg, og umsitingargreinar.
Søgan hjá VRG gongur aftur til 1997, tá felagið varð stovnað. Serliga legði VRG dent á at veita eina tænastu, ið hjálpti okkara kundum at náa mál innan leiðslu, búskap, marknaðarføring, rekruttering, góðsku- og umhvørvisstýring. Síðani stovnan hevur VRG ment seg saman við sínum kundum. VRG hevur soleiðis ein høgan og breiðan fakligan førleika innan okkara virkisøkir, sum í dag eisini fevna um sølu og keyp av fyritøkum, KT-loysnir og samskipan av verkætlanum og feløgum. Tað ger okkum før fyri at luttaka í smáum, sum stórum verkætlanum - sjálvstøðugt, ella í samstarvi við okkara samstarvsfelagar í inn- og útlandi.
Ein av okkara visjónum er, at vera ein álítandi samstarvsfelagið, eisini tá talan er um ráðgeving og størri verkætlanir. Vit hava tí itt breitt netverk, sum m.a. tryggjar:
Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum, um tú hevur brúk fyri hjálp við eini uppgávu – vit ráðgeva fegin.
Glyvravegur 40 | |||
P.O. Box 26 | +298 566600 | ||
625 Glyvrar | vrg@vrg.fo | ||
Faroe Islands |
Glyvravegur 40 | |||
P.O. Box 26 | +298 566600 | ||
625 Glyvrar | vrg@vrg.fo | ||
Faroe Islands |