Tíðindi

VRG samskipar Faroexpo 2025

20. - 22. mai 2025 verður Faroexpo aftur á skránni í Bylgjuni í Runavík. Hetta er sekstanda ferð Les meira
  • 1
06 May

Serloysnir

  06. May 2015

Í samband við okkara ráðgeving, er ofta tørvur á at menna ávísar KT-loysnir, soleiðis at okkara ráðgeving gevur tað besta úrslitið fyri kundan. Til menning av slíkum loysnum samstarva vit við aðrar KT mennarar, ella VRG stendur fyri menningini.  Í báðum førum verður samstarvað tætt við kundan, fyri at røkka besta úrslitinum.

Talgilda skjala- og skrásetingarskipanin er eitt gott dømi uppá eina skipan, ið byrjaði sum serloysn, men sum vit í dag hava ment til eina standardskipan, sum tó verður tillaga serstøk krøv hjá okkara kundum, tá hetta er eitt ynski.

Stýring av lógum og reglum er ein umfatandi serloysn, sum VRG hevur ment fyri Sjóvinnustýrið. Skipanin sæst her: http://fmareglur.konsult.fo

 

 

06 May

Talgild skjalaskipan

  06. May 2015

Tað er týdningarmikið at ein leiðsluskipan (t.d. ISO9001, ISO14001 o.l.) ikki bert verður innførd, tí hetta er eitt krav frá kundanum ella vinnuni, men tí mett verður at skipanin er virðisskpandi fyri felagið. Somuleiðis er alneyðugt at skrivaðar mannagongdir samsvara við dagligu gongdina í felagnum – soleiðis at skipanin mennist saman við virkseminum.

VRG bjóðar eina talgilda skjalaskipan, ið lættir um dagføring og umsiting av tykkara leiðsluskipan.

Millum annað bjóða vit:

  • Eina standardskipan, ið passar til tykkara leiðsluskipan (t.d. ISO ella onnur altjóða góðkenning).
  • Útgávustýring av øllum broytingum í skipanini (Versiónsstýring)
  • Innlesing av øllum skjølum (pdf, word, xlsx osfr.).
  • Umsetingarmodul: Mannagongdir og onnur skipanarskjøl til enskt ella onnur mál, um tørvur er á tí.
  • Fráboðanarskipan: Talgild fráboðan og viðgerð av óynsktum hendingum ella betranaruppskotum.
  • Innleggja aðrar gerðir (funkur), sum tit hava brúk fyri, t.d. talgild oyðubløð, nøgdsemiskanningar o.s.fr.

Fyrimunir við eini talgildari mannagongd:

  • Tit hava altíð atgongd til mannagongdir og skjøl
  • Tit savna alla vitan á einum stað – ið kann gevast víðari
  • Tit avgera hvør hevur atgongd til hvat
  • Tit kunnu skjótt og lætt rætta í skjølum
  • Tit síggja hvør hevur rættað í skjølunum seinast
  • Tit lætta um skoðanir/eftirlitum av tykkara virksemi.
  • Tit fáa meira burturúr leiðsluskipanini

Vit hava góðar royndir við okkara talgildu skjalaskipan. Tað eru nógvar ymiskar fyritøkur og stovnar, ið longu brúka hana. Set teg í samband við okkum, um tú ynskir at hoyra nærri. Á føroyska marknaðinum, er hetta allarhelst mest nýtta skipanin av sínum slag í løtuni.

Ikki drála við at taka samband við okkum, um tit ynskja eina óbindandi gjøgnumgongd av skipanini

22 Apr

Skipanir

  22. April 2015

Endamálið hjá VRG við at veita okkara kundum ávísar KT-Skipanir er, at samantvinna hetta við ta ráðgeving, sum vit veita. 

Vit fokusera tí serliga uppá eginmentar leiðsluskipanir, nevndar konsult, sum hjálpa til við at stýra týðandi kunning, góðkenningum, betringum, førleikum og skjalprógvan sum heild. Les meira á okkara menu til vinstru.

Samband

  Glyvravegur 40    
  P.O. Box 26   +298 566600
  625 Glyvrar   vrg@vrg.fo
  Faroe Islands  

 

Samband

  Glyvravegur 40    
  P.O. Box 26   +298 566600
  625 Glyvrar   vrg@vrg.fo
  Faroe Islands  

 

Melda til tíðindabræv