Tíðindi
VRG samskipar Faroexpo 2025
- 1
Vinnustevnan Faroexpo (partenariat & ráðstevna) verður á hvørjum árið hildin í oktober mánaði, í viku 43.
Faroexpo er einasta vinnustevnan av sínum slag í Føroyum, har fyritøkur møtast til B2B fundir, ið skapar karmar har vinnan effektivt fær samskifta, og komi í sambandi við útlendskar fyritøkur, ið síggja møguligar samstarvsmøguleikar við Føroyskar fyritøkur. Endamálið við Faroexpo er at økja um útflutningin av føroyskari vøru og fáa hesar á heimsmarknaðin.
VRG hevur Faroexpo projektið undir hond.
Fá meira at vita, við at vitja heimasíðuna: www.faroexpo.fo
“verkætlanir koyra væl til tær eru 90% lidnar – síðani vera tær verandi 90%”
Tá fari verður undir ein verkætlan er av stórum týdningi at tíðarætlan, fíggjarætlan og kravsetingar verða fylgdar. Fyri at verkætlanin skal blíva liðug er tí neyðugt at arbeiða undir skipaðum umstøðum og við dagligari leiðslu.
Tosað við okkum um tú vilt tryggja tær at verkætlanin verður 100% liðug og samsvarar við kravfestingarnar. Vit hava drúgvar royndir við verkætlanum bæði innan almenna og privata geiran, og holla vitan innan PMBOK, PRINCE2 og Verkætlanarleiðslu í Landsfyrisitingini.
Vit kunnu veita:
- Ókeypis innleiðandi prát um verkætlanina
- Ráðgevandi ella leiðandi part av uppgávuni
- Upplæring av verkætlanarleiðarum (fylgja PMI pensum)
Set teg í samband við okkum, og fá meira at vita.