Tíðindi
VRG samskipar Faroexpo 2025
- 1
Kundi tú hugsað tær eitt starv hjá VRG?
Vit eru altíð áhuga í at fólk venda sær til okkum við starvsfyrispurningum..
Tú ert tí vælkomin at senda okkum eina umsókn og CV. Hetta kann sendast til skrivstovu á This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it., okkara ella við at nýta formularin niðanfyri.
Vit hava áhugað í tær, um tú hevur eina hægri útbúgving, og hevur lætt við at tilogna tær nýggjar førleikar, átaka tær ymisk sløg av uppgávum og trívist við at kundar okkara fáa ein betri gerðandisdag.
Tú gongur høgt upp í at uppgávur verða loystar væl, og fylgir uppgávuni á mál, so allir snøklar eru loystir.
Glyvravegur 40
Postboks 26
610 Saltangará
Telefon: +298 566 600
Krøv og ynskir til menning, effektivitet og lønsemi eru niðurfeld í framtíðarætlanir og mál fyri flestu virkir, feløg, og umsitingargreinar.
Søgan hjá VRG gongur aftur til 1997, tá felagið varð stovnað. Serliga legði VRG dent á at veita eina tænastu, ið hjálpti okkara kundum at náa mál innan leiðslu, búskap, marknaðarføring, rekruttering, góðsku- og umhvørvisstýring. Síðani stovnan hevur VRG ment seg saman við sínum kundum. VRG hevur soleiðis ein høgan og breiðan fakligan førleika innan okkara virkisøkir, sum í dag eisini fevna um sølu og keyp av fyritøkum, KT-loysnir og samskipan av verkætlanum og feløgum. Tað ger okkum før fyri at luttaka í smáum, sum stórum verkætlanum - sjálvstøðugt, ella í samstarvi við okkara samstarvsfelagar í inn- og útlandi.
Ein av okkara visjónum er, at vera ein álítandi samstarvsfelagið, eisini tá talan er um ráðgeving og størri verkætlanir. Vit hava tí itt breitt netverk, sum m.a. tryggjar:
- Atgongd til nýggjastu vitan innan okkara virkisøkir
- Møguleika fyri at samstarva við aðrar ráðgevarar, har vit sjálvi mangla ressursir
- Sertifiseringar av ymiskum slag, ið eru við til at tryggja okkara kundum hægstu tænastugóðsku
- Luttøku í altjóða verkætlanum.
Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum, um tú hevur brúk fyri hjálp við eini uppgávu – vit ráðgeva fegin.