Tíðindi

VRG samskipar Faroexpo 2025

20. - 22. mai 2025 verður Faroexpo aftur á skránni í Bylgjuni í Runavík. Hetta er sekstanda ferð Les meira
  • 1

Tað er ikki altíð lætt at velja rættar persónar til týdningarmikil størv. Feilir, sum verða gjørdir í starvslýsingum og/ella í metanini av førleika og persónligum evnum hjá umsøkjarunum, kunnu kosta bæði tíð, pening og ikki minst nógv stríð. At søkja køna hjálp í arbeiðinum við at velja starvsfólk og við samansetingini av t.d. einari virkisleiðslu, kann tí verða ein góð íløga. Vit hava drúgvar royndir við at hjálpa smærri og størri virkjum við at finna egnaði starvsfólk.

VRG bjóðar

Okkara tænastur í samband við rekruttering eru m.a.:

  • Hjálp í samband við setanarsamrøður, har tit sum kundi annars standa fyri sjálvari setanartilgongdini
  • Referansuhjálp í samband við setanir.
  • Skeið í setanarmannagongdum (Grundskeið, og víðka skeið)
  • Hjálp í samband við starvsfólkaviðurskiftir, starvsfólkapolitikk v.m.
  • Full ábyrgd av útveljingini frá lýsing til setanin er framd.
  • Meting av førleika hjá umsøkjarum gjøgnum cases og tests.
  • Útgreinan av krøvum til ávís størv
  • Útgreinað tilmæli í samband við setan.

Aðrar tænastur knýttar til tað sum er nevnt omanfyri.

Fyritøkur hava ymiskan tørv, og verða, okkara tænastur tí settar saman eftir tørvi. Tað týdningarmesta er tó, at vit altíð loysa uppgávuna í einum tøttum samstarvi við okkara kundar.

Vit bjóða fegin ein óbindandi fund við áhugaðar fyritøkur, við tí endamáli at finna útav, hvussu ein ráðgevingartilgongd kann skipast.

Við beinleiðis rekruttering – ofta nevnt "headhunting", kunnu vit eisini leita eftir tí rætta persóninum í okkara egna yvirliti. Harumframt kunnu vit eisini nýta gott av samstarvsfyritøkum og einum tøttum og breiðum sambandi innan vinnulív og almenna fyrisiting.

Yvirordnaða málið er sjálvandi at finna besta persónin og at eyðmerkja tey menningarevnir viðkomandi hevur, at møta teimum krøvum sum setast til úrslit og produktivitet.

Ein setanartilgongd verður altíð tillaga fyritreytunum hjá ymisku leiðslunum og fyritøkunum. Okkara royndir eru eisini avgjørt, at bestu loysnirnar fær ein, um ein støðugt mennir nýggjar skipanir við støði í verandi virkismentan.

Rekruttering – Hvat verður hugt eftir

Í samband við setanarhjálp, taka vit útgangsstøði í verandi støðu hjá umsøkjarum, og møguligar menningarmøguleikar innan tað, ið viðkomandi skal virka innan fyri. Hugt verður eisini eftir, hvussu persónar virka saman við øðrum, og t.d. sum partur av einari leiðslu.

Nógva ella lítla hjálp?

Um tykkara virki umhugsar uttanhýsis hjálp í samband við starvssetanir, kunnu vit eisini geva tilboð uppá partvísa hjálp í samband við eina setanartilgongd. Alt eftir hvør tørvurin er, kunnu vit soleiðis veita eina heildarráðgeving, ella avmarka okkum til eina meira vegleiðandi uppgávu. Tilboð verða tí givin í hvørjum einstøkum føri, í mun til tann tørv fyritøkur hava.

Setið tykkum í samband við okkum fyri nærri kunning.

Tølini tala fyri seg og vísa uttan náði, hvussu til stendur við virkseminum. Er fíggjarstøðan vánalig, stendur tað eisini illa til við virkinum. Vit hava góða og umfatandi vitan til at tulka gongdina við, at meta um lønsemið og gera fíggjarligar sundurgreiningar. Í nøkrum førum snýr okkara luttøka seg um at betra ella innføra nýggjar skipanir og mannagongdir innan fíggjarliga stýring.

Í øðrum førum kanna vit kapital- og íløgusíðuna. Her veita vit hjálp gjøgnum ráðgeving, samband og samráðingar við fíggingarstovnar fyri at hjálpa uppá fíggjarstøðuna yvir styttri og longri tíðarskeið.
Við okkara luttøku kann málið m.a verða, at kundin skal kunna vísa til:

  • Betri lønsemi
  • Hægri effektivitet/produktivitet
  • Effektiva kostnaðarstýring
  • Effektiva framleiðslu

Okkara royndir innan analysuarbeiði eru drúgvar, og fakliga hava okkara starvsfólk hægstu útbúgvingar innan tey økini sum vit arbeiða.
Vit vísa eisini fegin til arbeiðir, ið vit hava gjørt áður - tó ikki uttan at kundin fyrst hevur góðkent eina slíka tilvísing.

Vælkomin til at set teg í samband við okkum, um nærri kunning ynskist.

Í samband við marknarðarføring, er orðatakið "hann veit best, hvar skógvurin trýstir, sum er í honum", bert ein hálvur sannleiki. Í tí dagliga arbeiðinum hevur ein ofta lætt við at hugsa ov nógv um sítt virki og vinnuna sum heild, og ger hetta, at tað kann verða ringt at fáa eina klára mynd av marknaðinum. Harumframt er tann vanligi gerandisdagurin ofta so strævin, og tað viðførir at ov lítil orka verður brúkt til langtíðar marknaðarhugsan.

Innan hetta økið kunnu vit, við "frískum eygum", veita hjálp við vegleiðing og marknaðarkanningum, marknaðarætlanum og marknaðarføringsleiðslu.

Við høgari marknaðarføringsvitan og vælmentum framgangshættum kunnu vit hjálpa til við at gera nyttu av og menna marknaðarmøguleikarnar hjá kundanum.

Rákið seinastu árini hevur verið, at alsamt fleiri íleggjarar og kundar leggja trýst á veitarar, um at fáa gjøgnumskygni í framleiðslu, tryggja burðardygga vørur og tænastur í einum tryggum arbeiðsumhvørvi. Fyri at vera kappingarførar eru tað støðugt fleiri fyritøkur, ið fáa sær eina altjóða leiðsluskipan, ið passar til teirra tørv.

Endamálið við øllum leiðsluskipanum er at seta mál, ið kunnu mátast og samsvara við til dømis góðskukrøv, politikk og krøv hjá virkinum annars. Hesar skipanir skapa tískil álit í millum keypara og veitara.

VRG hevur drúgvar royndir innan leiðsluskipanir og sertifiseringar til ávísar vinnugreinar. Vit hava gjøgnum árini hjálpt nøkrum av fremstu feløgum í Føroyum, eisini almennum stovnum, við at liva upp til krøvini innan t.d.: ISO9001, ISO14001, ISO45001 GMP+,  Global G.A.P., ASC, MSC, BAP, IFIS, BRC, IFFO, Magnet, Achilles v.fl.

Um tit sum fyritøka/stovnur umhugsa at innføra eina altjóða viðurkenda leiðsluskipan, so kann fyrsta stigið vera eitt innleiðandi prát við VRG, har vit saman við tykkum, umrøða hvør skipan er best egnað til tykkara virksemi og tørv. Vit kunnu veita heildarloysnir, har vit vegleiða frá byrjan og inntil eitt møguligt sertifikat er fingið til vega.

Les meira um ymisku leiðsluskipanirnar í vinstra bredda, ella set teg í samband við okkum, og fá meira at vita. Tað finnast ikki góðkendar leiðsluskipanir á føroyska marknaðinum í dag, sum VRG ikki hevur førleika innanfyri. Vit kunnu tí, við støði í vitan uppbygd síðan vit byrjaðu okkara virksemi í 1997, virka sum heildarráðgevi fyri fyritøkur / stovnar, til allar leiðsluskipanir.

Tað eru nógvar fyritøkur/stovnar, ið byrja við einum klárum endamálið, men tá virksemi hevur verið í gongd eina tíð, kann vera torført at halda seg til virksemisætlanina, tí endamálið kann jú vera broytt síðani virksemið byrjaði. 

Tað kann vera trupult at seta tíð og orku av til annað enn dagliga raksturin. Fyri at eitt hvørt virksemi skal hava lívið lagað, er neyðugt at leggja ætlanir framum morgindagin. VRG kann ráðgeva á økjum, ið tørva nýhugsan og menning so at virksemi hjá felagnum fylgir við marknaðarbroytingum. Vit kunnu eisini fyribyrgja kapasitetstrupulleikum við at átaka okkum leiðslulíknandi uppgávur í avmarkaðum tíðarskeiðum, tá hetta er ynskiligt.

Vit hava royndir úr Føroyum og øðrum londum, frá privatum virkjum og almennari fyrisiting. Starvsfólk við høgari útbúgving, góðska og virkismoralur skal koma okkara kundum til góða, gjøgnum tey úrslit, sum verða nádd. 

Les meira um okkara virkisøki, ið síggjast á vinstra bredda.

Page 4 of 4

Samband

  Glyvravegur 40    
  P.O. Box 26   +298 566600
  625 Glyvrar   vrg@vrg.fo
  Faroe Islands  

 

Samband

  Glyvravegur 40    
  P.O. Box 26   +298 566600
  625 Glyvrar   vrg@vrg.fo
  Faroe Islands  

 

Melda til tíðindabræv