Tíðindi
VRG samskipar Faroexpo 2025
- 1
Vinnustevnan Faroexpo (partenariat & ráðstevna) verður á hvørjum árið hildin í oktober mánaði, í viku 43.
Faroexpo er einasta vinnustevnan av sínum slag í Føroyum, har fyritøkur møtast til B2B fundir, ið skapar karmar har vinnan effektivt fær samskifta, og komi í sambandi við útlendskar fyritøkur, ið síggja møguligar samstarvsmøguleikar við Føroyskar fyritøkur. Endamálið við Faroexpo er at økja um útflutningin av føroyskari vøru og fáa hesar á heimsmarknaðin.
VRG hevur Faroexpo projektið undir hond.
Fá meira at vita, við at vitja heimasíðuna: www.faroexpo.fo
VRG hevur básar til leigu til tín, ið skal skipa fyri stevnum ella líknandi tiltøkum.
Leiga básarnar frá okkum, og vit seta básarnar upp og taka teir niður eftir tiltakið, um hetta er ynskiligt.
Set teg í samband við okkum og fá eitt gott tilboð.
Fakta: |
---|
Breidd: 1 m |
Til ber at klæða básin við lýsingum á báðum síðum |
Til ber at leggja el í básarnar |
“verkætlanir koyra væl til tær eru 90% lidnar – síðani vera tær verandi 90%”
Tá fari verður undir ein verkætlan er av stórum týdningi at tíðarætlan, fíggjarætlan og kravsetingar verða fylgdar. Fyri at verkætlanin skal blíva liðug er tí neyðugt at arbeiða undir skipaðum umstøðum og við dagligari leiðslu.
Tosað við okkum um tú vilt tryggja tær at verkætlanin verður 100% liðug og samsvarar við kravfestingarnar. Vit hava drúgvar royndir við verkætlanum bæði innan almenna og privata geiran, og holla vitan innan PMBOK, PRINCE2 og Verkætlanarleiðslu í Landsfyrisitingini.
Vit kunnu veita:
- Ókeypis innleiðandi prát um verkætlanina
- Ráðgevandi ella leiðandi part av uppgávuni
- Upplæring av verkætlanarleiðarum (fylgja PMI pensum)
Set teg í samband við okkum, og fá meira at vita.
Vinnustevnan Faroexpo (partenariat & ráðstevna) verður á hvørjum árið hildin í oktober mánaði, í viku 43.
Faroexpo er einasta vinnustevnan av sínum slag í Føroyum, har fyritøkur møtast til B2B fundir, ið skapar karmar har vinnan effektivt fær samskifta, og komi í sambandi við útlendskar fyritøkur, ið síggja møguligar samstarvsmøguleikar við Føroyskar fyritøkur. Endamálið við Faroexpo er at økja um útflutningin av føroyskari vøru og fáa hesar á heimsmarknaðin.
VRG samskipar Faroexpo
Fá meira at vita, við at vitja heimasíðuna: www.faroexpo.fo
Eysturoyar Vinnulívsfelag (EVF) er eitt áhugafelag í Eysturoynni, ið hevur til endamáls at geva vinnulívsfólki í oynni høvi at møtast regluliga, og fáa íblástur og stuðul frá hvørjum øðrum. Skipað verður fyri fleiri árligum tiltøkum fyri limir.
VRG hevur dagligu umsitingina og samskipar øll tiltøk hjá Eysturoyar Vinnulívsfelag.
Bústaður:
Glyvravegur 40
600 Saltangará
Tel. +298 566 600
Vitja heimasíðu felagsins: www.evf.fo
VRG hevur dagligu umsitingina av Eysturoyar Handverksmeistarafelag (EyHMF).
Eru spurningar, ivamál ella onnur viðurskifti í samband við EyHMF skulu hesir stílast til VRG.
Til ber eisini at lesa meira um EyHMF á teirra heimasíðu: www.eyhmf.fo
Bústaður:
Glyvravegur 40
Postboks 77
610 Saltangará
Tlf. 566600
Teldupostur: This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.
Samskipanartænastan hjá VRG snýr seg um at tryggja eina professionella umsiting av feløgum ella verkætlanunum, har tað at seta á stovna egna umsiting vil verða ov kostnaðarmikið.
Umframt at samskipa eina røð av verkætlanum vegna okkara kundar, tekur VRG sær í løtuni av at samskipa virksemi hjá millum annað Eysturoyar Handverksmeistarafelag og Eysturoyar Vinnulívsfelag.
Samskipanartænastur okkara kunnu varða í styttri ella longri tíðarskeið. Set teg í samband við okkum um eina møguliga samskipanaravtalu.
Í samband við okkara ráðgeving, er ofta tørvur á at menna ávísar KT-loysnir, soleiðis at okkara ráðgeving gevur tað besta úrslitið fyri kundan. Til menning av slíkum loysnum samstarva vit við aðrar KT mennarar, ella VRG stendur fyri menningini. Í báðum førum verður samstarvað tætt við kundan, fyri at røkka besta úrslitinum.
Talgilda skjala- og skrásetingarskipanin er eitt gott dømi uppá eina skipan, ið byrjaði sum serloysn, men sum vit í dag hava ment til eina standardskipan, sum tó verður tillaga serstøk krøv hjá okkara kundum, tá hetta er eitt ynski.
Stýring av lógum og reglum er ein umfatandi serloysn, sum VRG hevur ment fyri Sjóvinnustýrið. Skipanin sæst her: http://fmareglur.konsult.fo
Tað er týdningarmikið at ein leiðsluskipan (t.d. ISO9001, ISO14001 o.l.) ikki bert verður innførd, tí hetta er eitt krav frá kundanum ella vinnuni, men tí mett verður at skipanin er virðisskpandi fyri felagið. Somuleiðis er alneyðugt at skrivaðar mannagongdir samsvara við dagligu gongdina í felagnum – soleiðis at skipanin mennist saman við virkseminum.
VRG bjóðar eina talgilda skjalaskipan, ið lættir um dagføring og umsiting av tykkara leiðsluskipan.
Millum annað bjóða vit:
- Eina standardskipan, ið passar til tykkara leiðsluskipan (t.d. ISO ella onnur altjóða góðkenning).
- Útgávustýring av øllum broytingum í skipanini (Versiónsstýring)
- Innlesing av øllum skjølum (pdf, word, xlsx osfr.).
- Umsetingarmodul: Mannagongdir og onnur skipanarskjøl til enskt ella onnur mál, um tørvur er á tí.
- Fráboðanarskipan: Talgild fráboðan og viðgerð av óynsktum hendingum ella betranaruppskotum.
- Innleggja aðrar gerðir (funkur), sum tit hava brúk fyri, t.d. talgild oyðubløð, nøgdsemiskanningar o.s.fr.
Fyrimunir við eini talgildari mannagongd:
- Tit hava altíð atgongd til mannagongdir og skjøl
- Tit savna alla vitan á einum stað – ið kann gevast víðari
- Tit avgera hvør hevur atgongd til hvat
- Tit kunnu skjótt og lætt rætta í skjølum
- Tit síggja hvør hevur rættað í skjølunum seinast
- Tit lætta um skoðanir/eftirlitum av tykkara virksemi.
- Tit fáa meira burturúr leiðsluskipanini
Vit hava góðar royndir við okkara talgildu skjalaskipan. Tað eru nógvar ymiskar fyritøkur og stovnar, ið longu brúka hana. Set teg í samband við okkum, um tú ynskir at hoyra nærri. Á føroyska marknaðinum, er hetta allarhelst mest nýtta skipanin av sínum slag í løtuni.
Ikki drála við at taka samband við okkum, um tit ynskja eina óbindandi gjøgnumgongd av skipanini
ISO 14001 standardurin er ein umhvørvisskipan, ið leggur seg eftir umhvørvis tilvitaðari framleiðslu. Ein íløga í eina umhvørvisskipa kann í longdini vera við til at spara burturkast, orku og rávøru.
Umhugsa tit eina ISO14001 góðkenning?
Tilgongdin at fáa eina ISO14001 góðkenning er ymisk frá felag til felag. Vit kunnu ráðgeva og vegleiða eftir tí tørvi, ið tit hava brúk fyri..
Hava tit eina ISO góðkenning?
Tað er sera týdningarmikið at ein umhvørvisskipan mennist saman við virkseminum hjá felagnum, soleiðis at man ikki endar við nyttuleysum mannagongdum. ISO14001 góðkenningin er í gildið í 3 ár í senn.
Vit kunnu veita:
- Ókeypis innleiðandi prát
- Heildarloysn uppá ISO góðkenning
- Innanhýsis skoðan
- Talgildar mannagongdir
- Upplæring av umhvørvisleiðara, leiðsluni og øðrum
Set teg í samband við okkum, og fá meira at vita.